Summarstarv til Káfé Kaspar

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum til okkara hugnaligu Kafé Kaspar, at byrja skjótast gjørligt. Talan er bæði um fulltíðar, parttíðar- og vikuskiftisstørv.

Vit bjóða

Eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava starvið við síðunar av lesnaði.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

Tú fert at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár ella eldri.

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari til Kafé Kaspar”. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið, við at seta teg í samband við Malan Rasmussen, leiðara, á tlf. 260203

Application form