Videofundir

Við nýmótans videoútgerð og skjótum interneti leggja vit eisini karmar um videofundir á Hafnia.

Vit hava ymisk sløg av vevmyndatólum, og hava alla útgerð og hentleikar til fundir við luttakarum bæði í Føroyum og uttanlands.

Eisini ber til at hava skeiðshaldarar við á netinum á eitt nú Zoom, Microsoft Teams og Google Meet.

Ring til okkum á 313233 ella skriva til okkum á booking@hafnia.fo at hoyra meira um, hvat vit hava at bjóða.