eitt livandi hotel mitt í Havn

Hotel Hafnia hevur 79 kømur íalt og 4 smáttur. Øll kømur eru roykfrí. Møguleiki er at fáa kamar til fólk við ovurviðkvæmi. Børn yngri enn tólv ár gista ókeypis, um tey sova hjá foreldrunum. Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er áðrenn kl. 11:00.
Les meira



Á Hotel Hafnia hava vit høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa starvsfólkasamrøðum, fundum, skeiðsvirksemi, starvsfólkadøgum, størri ráðstevnum og øðrum.
Les meira



Matur og drekkivørur eru hornasteinar í upplivingini hjá okkum. Við góðum vertskapi vilja vit veita mat- og drykkivørur av hægstu góðsku.
Les meira



Okkara hølir hóska seg væl til veitslur og annað. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi.
Les meira



Gev eitt gávukort til onkran, sum hevur uppiborið tað. Gávukortið kann nýtast á øllum okkara støðum:
✔ Hotel Hafnia
✔ Hotel Brandan
✔ Húsagarður
✔ Katrina Christiansen
✔ Bistro 1. Hædd
✔ Kafé Kaspar




Hafnia hevur høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa bæði størri og smærri fundarvirksemi.
Les meira
