Miðskeiðis í tjúgundu øld setti Christian Restorff sær fyri at byggja nýtt hotell í Tórshavn. Hotellið lat upp í 1951 og fekk navnið "Hafnia". Næstu áratíggjuni var hotellið í støðugari menning, og sum frá leið tók Hafnia skap. Tað var einki at ivast í, at hotellið var stórsligið at meta eftir føroyskum standardum.
Maður kemur í mans stað, og í 1988 tóku synirnir, Johan og Martin Christian (betur kendur sum MC), yvir við Johan sum stjóra. Johan framdi eina stóra umvæling av hotellinum, og nú megnaði hotellið at lúka øll altjóða krøv.
Synirnir hildu fram í sama anda sum pápin: Góð tænasta var altíð teirra hjartamál. Størsta ynski teirra var, at gestirnir kendu seg væl á hotellinum.
Á vetri 2005 skifti hotellið eigara og varð sostatt ikki ogn hjá Restorffs familjuni longur. Teir nýggju eigararnir vóru Osmund Justinussen, synir hansara Tummas og Gunnar og Per Sævik úr Noregi. Í 2018 yvirtók P/f Smyril Line hotellið, og 1. juli 2020 lat P/F Hotel Hafnia glæsiliga 4-stjørnaða ráðstevnuhotellið Hotel Brandan upp.
Vit bjóða
Á Hotel Hafnia eru vit altíð til reiðar at hjálpa gestum, og móttøkan er opin alt døgnið. Okkara útbúnu kokkar borðreiða við fjølbroyttum og góðum mati. Vit skipa fyri veitslum og døgurðum í okkara hugnaligu veitsluhølum. Kafe Kaspar og Katrina Christiansen bjóða gott kaffi, drekkivørur og lættar rættir í einum nýmótans umhvørvi. Til ber at bíleggja mat útvið bæði úr Restaurant Hafnia og Kafe Kaspar.
Starvsfólk
Á Hotel Hafnia hava vit útbúgvið starvsfólk á øllum deildum. Samstundis útbúgva vit eisini fólk til tænarar, kokkar og móttøkufólk. Hetta gera vit fyri at menna tað fakliga støðið.
Framskygni
Vit hava eittans mál á Hotel Hafnia: At hvønn einasta dag vera besti veitari av teimum tænastum, vit bjóða.
Konto upplýsingar
VAT Registration No. FO-00369497
Bank: BankNordik
Account No: 6460-2005680
IBAN FO7264600002005680
Swift FIFBFOTX