Fundarpakkar
Pakkaloysnir til tykkum, ið vilja skipa fyri fundi ella ráðstevnu
Vit hava gjørt pakkaloysnir til tykkum, ið vilja skipa fyri fundi ella ráðstevnu. Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis.
Tit kunnu velja ímillum hálvan dag, heilan dag og snarfund. Flestu pakkar hava matin íroknaðan, og vit finna eitt hóskandi høli, ið hóskar júst til tykkara tørv. Tað ber sjálvandi væl til at broyta eitthvørt ynski viðvíkjandi mati og drekka, og eru vit altíð til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna.
Eisini ber til at hava videofundir tvørtur um landamørk á Hotel Hafnia. Vit hava góða útgerð, gott internetsamband, samstundis sum vit hava frálík høli til endamálið.
Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga vendið tykkum til booking@hafnia.fo ella ring á 313233.
Fyrrapart
Tíðarskeið: frá kl. 08:00 til 12:00
· Morgunbreyð við viðskera & djús
· Frísk frukt og smoothie
· Miðmáli – døgurabuffet í matstovuni (íroknað 1 sodavatn)
· Ísvatn og vistfrøðiligt kaffi/te
Prísur fyri hvønn: 220,- (u/MVG)
Vit finna tykkum hóskandi høli.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.
Seinnapart
Tíðarskeið: frá kl. 12:00 til 17:00
· Miðmáli – døgurðabuffet í matstovuni (íroknað 1 sodavatn)
· Frukt og dagsins køka
· Ísvatn og vistfrøðiligt kaffi/te
Prísur fyri hvønn: 220,- (u/MVG)
Vit finna tykkum hóskandi høli.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.
Heilan dag
Tíðarskeið: frá kl. 08:00 til 17:00
· Morgunbreyð við viðskera & djús
· Frukt og smoothie
· Miðmáli – døgurðabuffet í matstovuni (íroknað 1 sodavatn)
· Dagsins køka
· Ísvatn og vistfrøðiligt kaffi/te
Prísur fyri hvønn: 300,- (u/MVG)
Vit finna tykkum hóskandi høli.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.
Bílegg
Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 30 92 00.