Vit á Hotel Hafnia bjóða okkum fram at skipa fyri ervi. Vit hava ymisk hølið, ið hóska sera væl til endamáli, samstundis sum vit liggja væl fyri mitt í Havnini.
Til ervi er gomul siðvenja, at fólk bjóða seg fram at baka køkur fyri avvarðandi.
Hesi siðvenju ynskja vit at stuðla, og í tí sambandi ber til at koma við køkum sjálvi. Køkurnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12:00 á gravardegnum. Er óvist, hvussu nógv fólk møta, mæla vit til at bíleggja súpan.
Kostnaður fyri hvønn
Súpan, kaffi/te (køkur við sjálvi): 95,-
Smyrjibreyð, kaffi/te (køkur við sjálvi): 145,-
Smákøkur og skuffukøka afturat súpanini og kaffinum: 25,-
Hølisleiga
Parnassið 3000,-
Panorama 5000,-
Panorama & Parnass 7000,-
Matstovan 3000,-