Parkeringsmøguleikar meðan tygum gista

Parkering í høvuðsstaðnum er altíð ókeypis, men í miðbýnum er parkeringin tíðaravmarkað. Á Áarvegnum er tíðarmarkið 30 minuttir, meðan tað er 2 tímar á Húsabrúgv (beint aftan fyri Hafnia) og 8 tímar á m.a. Skálatrøð og Glaðsheyggi. Sí yvirlit yvir parkering HER.

Mánadag til fríggjadag 09:00 – 18:00:
Tey bláu parkeringsskeltini vísa, hvussu leingi tygum kunnu parkera.

Leygardag 10:00 – 14:00:
Nøkur fá parkeringspláss hava tíðaravmarking (tíð í klombrum merkir, at tíðaravmarking er galdandi leygardagar).

Sunnu- og halgidagar er eingin tíðaravmarking, ei heldur um kvøldið og um náttina.

Móttøkufólkið hjálpir fegið við vegleiðing.

PARKERINGSKORT

Kortið til høgru vísir leiðina til Skálatrøð.

Trýst á leinkið fyri at fáa fleiri upplýsingar um parkeringsviðurskifti í Havn.

Les meira
.