Bóka beinleiðis
Bóka tína gisting á Hotel Hafnia beinleiðis her á heimasíðuni heldur enn at brúka altjóða bókingarportalar. Altjóða bókingarportalar hava seinastu árini vundið alt meira upp á seg, serliga innan ferðing og gisting. Vit á Hotel Hafnia vilja minna á møguleikarnar og fyrimunirnar við at BÓKA BEINLEIÐIS.
Bókar tú beinleiðis, fært tú beinleiðis samband við okkara dugnaligu starvsfólk. Hetta beinleiðis sambandið gevur tær høvi at kunna um júst tíni serstøku og persónligu ynski, og tú fært svar beinleiðis frá okkum. Tá ið sambandið millum okkum og teg er beinleiðis, gerst tað, sum vera man, tættari og hjartaligari.
Hetta sambandið merkir eisini, at tú fært beinleiðis kunning um, hvat er til taks, um serlig ynski, serlig tilboð, serligar tænastur og treytir.
Tú kanst bóka beinleiðis her á síðuni, men tú ert altíð vælkomin at skriva til booking@hafnia.fo ella ringja til okkum á tlf. 30 92 00. Vel tað samskifti, tær hóvar best.
Bílegg kamar