Gist fyri einans 399,-

Júst nú rindar tú úr einans 399,- fyri hvønn fyri gisting í vetrarhálvuni. Tilboðið er galdandi frá 1. oktobur til 1. apríl.

Við í prísinum er:

✔ Gisting
✔ Wine hour- fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Sov leingi hvønn dag, kekka út kl 12:00

Einans 399,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri einakamar 650,-, dupultkamar 798,-.

Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.

Bílegg her
.

Droymandi vikuskifti

✔ Tvær nætur í dupultkamari
✔ Wine hour - fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Sauna
✔ Sov leingi, kekka út kl. 12:00

Einans kr. 699 fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er kr. 1.398,- fyri 2 nætur.

Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.

Bílegg her
.

STUTTFLUTT VIÐ JANUS EINARI SØRENSEN

Tann 24. og 25. oktobur fer Janus Einar at gera eina lekkra heystmatskrá – samansett av rávørum, sum allar koma úr Føroyum.

Ongar innfluttar vørur. Bara reinur, føroyskur smakkur – tilpassað júst tí, sum vit fáa í Føroyum í oktober.

Kom og uppliv hvussu lokalar heyst­r­ávørur kunnu lyftast til eitt heilt nýtt støði – við kreativiteti, kunnleika og kærleika til føroyska náttúru og matmentan.

Matskrá
• Torvroykt eplir av Sandi á bótarurtakremi og turrur fiskur
• Stokt spískál við trøllaostasós og snerkt skerpikjøt
• Mysuystur kalvi
• Jomfrúhummari við føroyskum eggum
• Saltfiskasalat við mairót, spírum & sporum
• Glaseraður válgari
• Súrgað mjólk, hvonn og broysknir molar
 
645 kr.

Stað: Katrina Christiansen

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313243.
Plássini eru avmarkað – tryggja tær eitt borð longu í dag

Bílegg her
.

BINDIKLUBBUR VIÐ SYDHAVNENS VINBAR

Fríggjakvøldið 31. oktobur bjóða vit til hugnaligan bindiklubba hjá Katrinu Christiansen við Louise og Rutt!

Louise eigur ein kendan bindihandil í Keypmannahavn, og fer at vísa ymisk spennandi bindiprojektir saman við Rutt.

Rutt eigur Sydhavnens Vinbar í Keypmannahavn, og fer at hava eina festliga vínsmakking afturvið.

Dato: 31. oktobur
Stað: Katrina Christiansen
Prísur fyri vínsmakking og tapasbretti:  445,- fyri hvønn.

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313243.

Plássini eru avmarkað – tryggja tær eitt borð longu í dag.

Bílegg her
.

WINETAKEOVER VIÐ SYDHAVNENS VINBAR

Leygarkvøldið 1. novembur bjóða vit til eitt serligt kvøld hjá Katrinu Christiansen.

Rutt Hjelm – eigarin av Sydhavnens Vinbar í Keypmannahavn – kemur til Føroya og ger eitt Winetakeover.

Hon velur serliga vín frá Sydhavnens Vinbar, sum verða parað við okkara Katrinu- og Williamsmatskrá..

Afturat Rutt fáa vit eisini vitjan av VinLars, sum er væl kendur innan vínheimin, og sommelierunum Astu og Sofiu – báðar sera royndar og við breiðari vitan innan vín. Fun fact: Asta er hálvur føroyingur!

Hetta er eitt kvøld fyri vínáhugaði, sum vilja royna nakað heilt serligt – beinleiðis úr Sydhavn, Keypmannahavn, til Tórshavn.

Dato: 1. novembur
Stað: Katrina Christiansen
Prísur fyri vínskrá: 395,- kr.

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313243.

Plássini eru avmarkað – tryggja tær eitt borð longu í dag.

Bílegg her
.

Jólamatur til minni & størri jólaborð

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum. 

Sí matskránna & prísir
.

Nýggjársaftan

Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin. 

Vit byrja kvøldið við einum leskiligum vælkomudrykki. Síðan borðreiða vit eina spennandi matskrá.

Sí matskránna
.