Á Hafnia hava vit høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa starvsfólkasamrøðum, fundum, skeiðsvirksemi, starvsfólkadøgum, størri ráðstevnum og øðrum.

Hava tit tørv á einum minni høli til annaðhvørt ein stuttan fund ella eina starvsfólkasamrøðu? So hava vit trý smærri fundarhøli, ið hóska væl til endamálið: Loftið, Áarvegurin og Stovan. Hava tit tørv á einum størri høli til fundarvirksemi, ráðstevnu ella onnur størri tiltøk? So hava vit tvey stór høli, ið hóska væl til endamálið: Panorama & Parnassið. Øll fundarhølini eru vælútgjørd við allari nýmótans tøkniligari útgerð.

Sí møguleikar fyri borðuppsetingum HER

Panorama

Panorama hevur einastandandi útsýni yvir býin. Hølið er 138 m² og er sera væl egnað til bæði fundir, móttøkur og veitslur. Hølið kann eisini býtast upp í 2 rúm, ið eru ávikavist 75 m² og 63 m².    

Panorama.

Parnass

Parnass er eitt søguligt høli frá 1951, ið varð høvuðsumvælt í 2019. Hølið er 93 m² til støddar og egnar seg væl til størri fundir, fyrilestrar, veitslur og annað.

Parnass.

Stovan

Eitt sera hugnligt hølið, ið hóskar seg væl til minni fundir og starvsfólkasamrøður. Stovan er 18 m².

Stovan.

Loftið

Eitt serkent Hafnia høli, ið kann nýtast til bæði fundarvirksemi og ein betri bita. Loftið er 39 m².

Loftið.

Áarvegur

Talan er um eitt ljóst fundarhølið við 85” flatskíggja. Pláss er fyri áleið 16 gestum. Hølið er á veg hædd og er 32 m².

Áarvegur.

Bager Hansens Hús

Njót tey søguligu húsini á Húsabrúgv, Bager Hansens Hús. Kann nýtast bæði til privatan fund og veitsludøgurða og kann hýsa upp til 10 fólk. Vit samanseta eina matskrá, sum hóskar seg væl til tykkum.

Bager Hansens Hús.

Bílegg

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 30 92 00.

Bílegg.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Hafnia umvegis teldupost?