Sølulærlingur til Hotel Hafnia & Hotel Brandan
Spennandi lærupláss innan ferðavinnu, sølu og skrivstovu
Ynskir tú at gerast ein týðandi viðspælari hjá tveimum av leiðandi hotellunum í Føroyum og veruliga seta tín dám á føroysku ferðavinnuna? Vit bjóða tær ein spennandi møguleika at gerast partur av okkara sølu- og bookingdeild - einum skrivstovutoymi við fýra fólkum, har ágrýtni, góðska og gestablídni eru í hásæti.
Um læruplássið
Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum, og tín starvsstaður verður á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line, Yviri við Strond. Læruplássið er miðað eftir sølu og kundatænastu innan ferðavinnu. Fyrsta hálva árið verður tú serliga nógv á hotellunum sjálvum, har tú fært eina góða innleiðslu og vitan um tænasturnar, vit bjóða.
Tínar arbeiðsuppgávur
• Søla av hotelkømrum, mati, gestaupplivingum og øðrum í sambandi við ferðing og gisting
• Avgreiða størri bíleggingar – bólkaferðir, ráðstevnur o.l.
• Samskifta við aðrar deildir á Hotel Hafnia og Hotel Brandan
• Samskifta við útlendskar samstarvsfelagar
Vit vænta av tær, at tú:
• Dugir væl at samskifta – bæði við gestir og á skrift
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og trívist í toymum
• Dugir føroyskt, danskt og enskt – bæði í talu og skrift
• Hevur áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
• Ert fyrikomandi, nærløgd/nærlagdur og jalig/ur í hugburði
Setanarviðurskifti
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS ella búskapartreyt (fyrr HH)
Lærutíðin er 2–3 ár, alt eftir útbúgvingargrundarlagi
Skúlagongdin er á Glasi
Løn og treytir eru sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag
Tú fært góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum
Freist og umsókn
Freistin at søkja er 8. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. Starvsbyrjan: 1. juli 2025
Soleiðis søkir tú: Trýst á frymilin niðast á heimasíðuni hjá Hotel Hafnia ella Brandan.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnivu Arge, Sølu- & Revenueleiðara, á tel. 211272.