LÆRLINGUR TIL SØLU- OG BOOKINGDEILDINA HJÁ HOTEL HAFNIA OG HOTEL BRANDAN
Vilt tú vera við at mynda okkara sølu- og bookingdeild? Og tráar tú eftir at veita eina góða tænastu? So kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt lærupláss.
Um læruplássið
Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum, og tín starvsstaður verður á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line, Yviri við Strond. Tú verður partur av einum dugnaligum sølu- og skrivstovutoymi við 4 starvsfólkum. Lærutíðin er málrættað sølu innan ferðavinnu. Fyri at lata teg væl í til arbeiðið, fer fyrsta hálva árið mest við upplæring á Hotel Hafnia og Hotel Brandan.
Uppgávurnar, sum tú fert at takast við, eru í høvuðsheitum hesar
• Søla umvegis telefon og teldupost av hotelkømrum, mati, gestaupplivingum og øðrum í sambandi við ferðing og gisting. Eisini er persónlig søla ein partur av arbeiðnum
• Søla av størri bíleggingum, so sum bólkaferðum og ráðstevnum
• Samskifti við aðrar viðkomandi deildir á Hafnia og Brandan
• Samskifti við okkara útlendsku samstarvsfelagar
Tín vangamynd
Samskifti verður ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum, og tí er umráðandi, at:
- Tað liggur væl fyri hjá tær at práta við fólk
- Tú dugir væl at málbera teg á skrift og í talu á føroyskum, donskum og enskum
- Tú trívist við at arbeiða í toymi í einum umhvørvi, har dagar og uppgávur eru ymiskar
- Tú hevur áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland
Setanarviðurskifti
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS ella Búskapartreyt (fyrr HH). Lærutíðin er 2-3 ár alt eftir, hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan. Skúlagongdin er á Glasi. Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum.
Freist at søkja
Freistin at søkja er 08. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn.
Tú søkir læruplássið umvegis frymilin niðanfyri.
Starvsbyrjan er 01. juli 2025.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnivu Arge, Sølu & Revenue leiðara, á tel. 211272.