Vit sóknast eftir einum morguntænara til okkara livandi hotell. Talan er um eitt fulltíðarstarv, við byrjan í juni 2024 ella eftir nærri avtalu.

Vit bjóða

Eitt spennandi starv, har tú hevur ábyrgd av at bjóða gestunum Føroya besta morgunmatarborð

Tær at gerast partur av okkara góða toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman

Eitt starv við arbeiðstíð frá kl. 6.00 til uml. 14:00 mánadag – fríggjadag

Uppgávur

Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:

Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar og fáa ásetta tænastustøðið

Tæna og vegleiða gestum okkara

Halda alt gestaøkið ruddiligt og hugnaligt

Tað er ein fyrimunir um tú hevur viðkomandi starvsroyndir, eitt nú sum tænari ella frá starvi á kantinu ella líknandi, men tað er tó ikki ein treyt. Tað er eitt krav at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Vit lesa umsóknirnar leypandi.

Umsóknarfreistin er 31. mai 2024

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Peter Hentze á tlf. 233146 ella teldupost ph@hafnia.fo.

Application form