Kokkalærlingur

Droymir tú um at læra kokkakynstur í einum fjølbroyttum og læruríkum umhvørvi? Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einari spennandi og livandi vinnu.
 
Um starvið 
Sum kokkalærlingur á Hotel Hafnia verður tú partur av einum toymi, har matgerð, reinføri og gestatænasta eru í hásæti. Tú borðreiðir, fyllir upp, kunnar gestir og heldur køkin reinan. Tú ert álítandi, fyrikomandi og elskar at royna teg fram. Tað eru fýra lærlingar á hotellinum í løtuni, og tú verður partur av hesum lívliga, hjálpsama toymi. 
 
Tú kemur at kokkast við lekkrum morgunmati, tapas úr føroyskum rávørum, mati út av húsinum, umframt at gera mat til veitslur og ráðstevnur. 

Vit bjóða 
Gott samanhald 
Læru um tænastu á høgum altjóða støði 
Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag 
Møguleika at royna teg á Hotel Brandan og á Katrinu Christiansen
Eitt umhvørvi, har tú fært ábyrgd og møguleika at mennast fakliga og persónliga 
Lærupláss á einum GreenKey, 4-stjørnaðum hotelli 
 
Vit vænta, at tú 
Ert álítandi, fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin 
Hevur hug at royna teg í einum køki og læra frá royndum kokkum 
Ert klár/ur at arbeiða í einum toymi og taka ábyrgd 
Hevur tikið grundskeiðið (hetta er ikki krav, men ein fyrimunur) 
 
Starvssetan og umsóknarfreist 
Starvsbyrjan er 5. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 26. september 2025. Vit lesa umsóknirnar so hvørt tær koma inn. Ljóðar hetta spennandi: Kom so við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri. 
 
Lærutíðin er um 4 ár og tú skiftir millum lærutíð og skúlagongd. Hevur tú tikið grundskeiðið áðrenn, er lærutíðin styttri. Ert tú forvitin at hoyra nærri um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara F&B leiðara Peter Hentze, á tlf. 23 31 46 ella ph@hafnia.fo.  

Application form