Kokkalærlingur

Dámar tær matgerð og droymir tú um at læra meira? Nú hevur tú møguleika at taka eina útbúgving sum kokkalærlingur á Hotel Hafnia. Tú byrjar lærutíðina á Hotel Hafnia, men tú fær møguleika at arbeiða á matstovu okkara Katrinu Christiansen og á okkara nýggja Hotel Brandan.
 
Vit bjóða
Eitt fjøllbroytt lærupláss á okkara livandi hotelli í hjartanum í Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi við fleiri kokkum og køkshjálparum, umframt øðrum kokkalærlingum. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á øllum matstovum okkara.
 
Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing á:
Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk, vit bjóða á hotellinum
Okkara tapasmatstovu, Katrinu Christiansen
Okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan
 
Tú verður umboð okkara til frama fyri gestunum, tá talan er um at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. 
 
Tín vangamynd
Tú hevur áhuga fyri matgerð og er ágrýtin, álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
Tað er ein fyrimunur - men ikki ein treyt, at tú hevur grundskeið í matgerð.
 
Setanarteytir
Tú fær lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála. Lærutíðin er millum 3,5 og 4 ár, alt eftir um tú hevur lúkað grundskeið.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 1. februar 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk í evnisteigin: ”Kokkalærlingur til Hotel Hafnia”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
Hevur tú spurningar um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Østerø, á tlf. 233147.