Morgunmatur við bestu góðsku

Morgunmatur er frá kl. 07:00 til 10:00 mánadag – fríggjadag og frá kl. 07:00 til 11:00 leygardag - sunnudag.

Á Hotel Hafnia leggja vit nógva orku í at bjóða morgunmat við bestu góðsku. Vit nýta umhvørvisvinarligar og lokalar rávørur í tann mun tað ber til. Morgunbreyðið er nýbakað úr okkara egna ovni, og leggja vit okkum eftir at minka um matoyðsl.

Gestir, ið ikki gista á Hotel Hafnia, hava eisini møguleika at keypa sær morgunmat:

Vaksin 189,-
Børn 4-11 ár 95,-
Børn 0-3 ár eta ókeypis

Vinarliga bílegg áðrenn á tlf. +298 31 32 33.

Eisini ber til at bíleggja morgunmatin inn á kamarið fyri eyka kostnað.