Matur og drykkjuvørur eru hornasteinar í upplivingini hjá okkum. Við góðum vertskapi, vilja vit veita mat - og drykkjuvørur av hægstu góðsku. Dagliga verða størstu atlit tikin at keypa lokalar og umhvørvisvinaligar rávørur, og at minka um burturkasti.

Øll eru vælkomin á gátt til morgunmat, leskiligar kaférættir, eina tapas máltíð ella ein væl gjørdan kokkteyl um kvøldið.

Døgurðabuffet

Vit bjóða sjálvtøkuborð á 1. hædd mánadag til fríggjadag frá kl. 11:30 til 13:30.

Les meira
.

Bistro 1. Hædd

Nú summarið er av á hesum sinnið er Bistro stongt um kvøldarnar. Tó ber til at bíleggja borð hjá Katrinu Christiansen her

Vit lata upp aftur til jólaborðhald í vikuskiftini frá 24. November, les meira her.

.

Katrina Christiansen

Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi. Vit viðmæla, at tú bíleggur borð í góðari tíð, soleiðis at tú tryggjar tær pláss. Vælkomin til Katrinu Christiansen.

Les meira
.

Kafe Kaspar

Her fært tú lættar rættir, eitt nú club sandwich, salat, køkuúrval og ikki at gloyma okkara tiltiknu Kasparbeyglu.

Les meira
.

Húsagarður

Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fasta matskrá við trimum rættum og stakar rættir.

Les meira
.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Hafnia umvegis teldupost?