KENSLAN AV AT KENNA SEG VÆL

Njót eina friðsæla løtu í hitarúminum ella royn framkomna venjingarhølið hjá BURN Fitness.

 

Sauna

Forkela teg sjálva/n og gloym umheimin eina løtu í okkara deiligu sauna. Tað er ókeypis hjá øllum gestum at nýta saunaina, sum liggur á 4. hædd. Bílegg tíð í móttøkuni seinast 30 minuttir áðrenn, so gera vit hana klára til tín.

.

Burn Fitness

Á Hotel Hafnia hava allir okkara gestir ókeypis atgongd til at venja hjá Burn Fitness.
Burn er einans 180 metrar frá hotellinum til gongu, so skjótt og nemt er at spáka sær ein túr niðan eftir Vaglinum. Spyr í móttøkuni eftir einum armbandi.

.