Okkara hølir hóska seg til øll sløg av veitslum. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi. 

Umframt niðanfyri nevndu matskráir, kunnu okkara gourmet kokkar seta prikkin yvir i-ið og gera eina matskrá við trimum til sjey rættum. 

Sí møguleikar fyri borðuppsetingum HER
 
Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 30 92 90.

Veitslumatskráin

Matskráin er gjørd til í minsta lagi 10 fólk. Øll velja somu matskrá. Hon skal vera okkum í hendi minst 7 dagar frammanundan. Flutningur í Tórshavn kostar frá 200,-. Eru serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmi, letur tað seg eisini gera.

Høvuðsrættur 325,-

2 rættir 415,-

3 rættir 495,-

Børn til og við 11 ár gjalda hálvan prís.

Hølisleiga kemur afturat prísinum.

.

Forrættir

Vel 1 rætt:

· Rækjukokkteyl við salat, mango, edamamebønum og dressingi

· Toskur við súltaðari reyðrót, broysknum kapers og sinnopssós

· Serranoskinka á salat við tapanadu, ristaðum kjarnum og balsamiko

· Hummarasuppa við súrróma og urtaolju

· Royktur laksur á salati við súreplakompotti, urtamajones og ristaðum nøtum

· Avokadokokkteyl við salat, mango, edamamebønum og veganskum royktum majones (vegan)

 

.

Høvuðsrættir

Vel 1 rætt:

· Lambsbógvur

· Búffur av neytalundum

· Svínalundir

· Laksur

· Toskur

· Veganskir kjøtbollar við tomatsós og bulgur  (vegan)


TILHOYR

Vel ímillum ymisk eplir: 
Hasselbakaði eplir, smástokt eplir vend í smøri og urtum, smástokt eplir við timian, rómabakaði eplir, rótamorl

Vel ímillum ymiskar sósir:
Piparsós, lambssós, soppasós, reyðvínssós, fiskasós

Vel ímillum ymiskt grønmeti: 
Blandað grøn salat, stokt grønmeti, rótfruktir, smørdampað grønmeti

.

Omaná

Vel 1 rætt:

· Sitrónterta við rabarbusúltitoyi, lemoncurd og marengs 

· Rabarbutriffil 

· Kaffi crème brûlée

· Ostakaka við lime og bláberjum

· Sjokulátumousse av tofu og berjakompotti (vegan)

 

.