Kom við til hugna og gott lag - alt á sama stað

Vit bjóða leskiligan jólamat bæði til minni og størri jólaborð.

Dugnaligu kokkarnir hava sett saman fjølbroyttar matskráir úr feskum rávørum, sum vit borðreiða sum matskrá ella til at taka út við.

Vit hjálpa fegin at seta saman eitt jólaborð, ið hóskar til tykkara veitslulag. 
Vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233. 

4-rætta jólamatskrá í egnum høli

Brellbitar at byrja við kr. 35 pr. stk.
• Bruschetta við skerpikjøti  
• Bruschetta við bakaðari tomat, pesto við basilikum og rukkola & royktum mozzarella
• Smáar rugbreyðflísar við kjøtpylsu av Trøllanesi 

Forrættir
• Kremut fiskasúpan við urtum, rækjum og toski
• Blinis við royktum laksi, súltaðum reyðleyki og súrróma.

Høvuðsrættur
Konfiterað dunnulær, brúnkaði eplir, hvít eplir, súrepli/sviskur, dunnusós og abrikosmarmuláta.

Omaná
Rís à la Hafnia við Amarena kirsiberum, karamellsós og ristaðum mandlum.

Prísur fyri hvønn
Matskrá: kr. 595
Drekkaskrá: kr. 440
Vælkomudrykkur, vín/øl/sodavatn afturvið matinum og kaffi/te/avec omaná.

Náttarbiti
• Klársuppu við bollum: kr. 98
• Beyglur: kr. 98
• Franskar: kr. 98

Jólakokkteylur: kr. 125 pr. stk.
Jólasnapsur: kr. 35 pr. stk.

* Hølisleiga er ikki íroknað. Vit hava ymisk høli og ymiskar prísir. Vit hjálpa tykkum fegin at finna rætta hølið. Allir prísir eru við mvg.
 
.

Jólamatur heim við

Skalt tú hava jólaveitslu heima? Tað klára vit eisini.

Matskráin
• Roykt laksasalat við edamame, sesam, mango og dressingi
• Dunnulær og skrødd dunna við svisku/súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós
• Mandlurís við karamellsós, kirsuberjasós og saltaðum mandlum 

Prísur fyri hvønn
kr. 425 (upp til 30 fólk)
kr. 395 (fleiri enn 30 fólk)

Minst 10 fólk. Um tit eru færri, vinaliga skrivið til okkum á booking@hafnia.fo. Útkoyring í Havn kostar kr. 300. 

Allir prísir eru við mvg.

.

Hug at sova leingi?

Hevur tú hug at gista og sova leingi í sambandi við jólahaldið, hava vit eitt frálíkt tilboð.

✔ Sov leingi sunnudag, kekka út kl. 12

Úr einans kr. 399 fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri einakamar er kr. 650,- / prísur fyri dupultkamar er kr. 798,-

Vinaliga set teg í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233.

Hevur tú hug at gista og sova leingi í sambandi við jólahaldið? Vit hava eitt frálíkt tilboð.

.

Jólini hjá Katrinu

Eisini er møguligt at njóta eitt serstakt kvøld Í einum av elstu og hugnaligastu hølunum í Havnini.

Hjá Katrinu Christiansen borðreiða vit við spennandi jólamatskráum.

Les meira her.

.

Um hølini

Bager Hansen's Hús 10 fólk
Stovan 10 fólk
Loftið 20 fólk
Parnassið 80 fólk
Við Áarvegin 15 fólk
Panorama 140 fólk
Panorama vestur 40 fólk
Panorama eystur 40 fólk
Bistro 1. Hædd 64 fólk

*Hølisleiga frá kl. 16:00 til 02:00 úr kr. 2.500 íroknað tænastu.

.

Vit hjálpa fegin

Vit hjálpa fegin at seta saman eitt jólaborðhald, ið hóskar júst til tín. Vit hava ymisk høli og ymiskar prísir, og vit hjálpa tykkum fegin at finna rætta hølið. Ynskja tit at bíleggja jólamat heim við, er hetta eisini møguligt.

Vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233.

.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Hafnia umvegis teldupost?