Tænarar til Hotel Hafnia

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum til vælvitjaða morgunmatin og til veitslur og tiltøk á okkara livandi hotelli, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstørv við vikuskiftis- og kvøldvaktum, alt eftir hvat hóskar til tín gerandisdag.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava størvini við síðunar av lesnaði. 

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Tú søkir starvið við at útfylla frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. 

Meira fæst at vita um størvini, við at seta teg í samband við Peter Hentze, F&B leiðara, á tlf. 233146 ella við at senda ein teldupost til: ph@hafnia.fo.

Hotel Hafnia

Hotel Hafnia er okkara 3 stjørnaða superior hotell mitt í Havnini, við 79 kømurum, 4 smáttum og 4 stjørnaðum ráðstevnu hentleikum. Hotel Hafnia rekur eisini hugnaligu Kafé Kaspar og sjarmerandi matstovuna Katrinu Christiansen.

Application form