Summarstarv sum uppvaskari

Summarið er komið, og vit sóknast eftir uppvaskara til Hotel Hafnia. Starvið er frá juni til september 2021. 

Vit bjóða

Títt arbeiðspláss verður í einum spennandi og lívligum arbeiðsumhvørvi. Tú verður væl móttikin og verður partur einum dugnaligum toymi, ið veitir góða tænastu, og dámar væl at hugna sær.

Uppgávur

Tínar uppgávur verða ymiskar, har tú millum annað hevur ábyrgd av at vaska borðbúnaðin og at rudda av borðunum í matstovuni. Harumframt skipan av uppvaskinum og at seta vaskaða borðbúnaðin og annað á sítt pláss í matstovuni og í køkinum.

Um teg

Tú ert tænastusinnað/ur mótvegis tínum starvsfeløgum og okkara gestum. Tú trívist við skiftandi uppgávum, og klárar at hava fleiri bóltar í luftini í senn. 

Setanartreytir
Setanartreytir sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum.

Umsókn

Søk við at senda teldubræv til hr@hafnia.fo. Viðmerk: Uppvaskari til Hotel Hafnia.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Onnu Østerø á tlf. 233147 ella við at senda henni teldubræv á ao@hafnia.fo.