Tænarar til Bistro 1. Hædd
Vit hava latið nýggja spennandi bistro matstovu upp á okkara livandi Hotel Hafnia, og tí sóknast vit eftir tænastusinnaðum og nærverandi tænarum at byrja skjótast gjørligt. Á matstovuni, ið eitur 1. Hædd, servera vit moyrar búffar, ymiskar fiskarættir og leskiligar dessértir.
Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði, og harumframt:
• Tryggja at gestir kenna seg vælkomnar, og fáa ásetta tænastustøðið
• Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
• Halda arbeiðs– og gestaøkið ruddiligt og hugnaligt
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag. Tú fær sjálvsagt góða upplæring og verður væl móttikin av tínum starvsfeløgum.
Tú
Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, eisini tá nógv er at gera. Tú kemur at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár.
Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.
Umsókn
Tú søkir starvið við at útfylla frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Meira fæst at vita um størvini, við at seta teg í samband við Peter Hentze, F&B leiðara, á tlf. 233146 ella við at senda ein teldupost umvegis: ph@hafnia.fo.
Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er okkara 3 stjørnað superior hotell mitt í Havnini, við 79 kømurum, 4 smáttum og 4 stjørnað ráðstevnuhentleikum. Hotel Hafnia rekur eisini hugnaligu Kafé Kaspar, sjarmerandi matstovuna Katrinu Christiansen.