Tænarar til Hotel Hafnia

Nú summarið er her, sóknast vit eftir tænarum til Hotel Hafnia. Hettar frá juni til september 2021. Talan er um fulltíðar- og vikuskiftisstørv.

Vit bjóða

Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhørvi, har tú verður væl móttikin. Tú fært dugnaligir starvsfelagir at læra teg upp. Tú verður partur av einum royndum toymi, ið veitir góða tænastu - og dámar væl at hugna sær!

Uppgávur

Tín abýrgd verður at tæna gestum okkara til ymisku tiltøkini vit bjóða á hotellinum. Samstundis verður tú partur av einum ágrýtnum toymi av kokkum og tænarum, sum virka fyri at gestirnir fáa upplivingar á høgum stigi.

Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnaður, og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. Royndir á økinum eru ein fyrimunur men ikki eitt krav.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Søk við at senda teldubræv til hr@hafnia.fo. Viðmerk: “Tænari”.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Peter Hentze á tef. 233146 ella teldubræv ph@hafnia.fo.