Í læru sum tænari hjá okkum?

Um tær dámar væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu, so er hetta læruplássið kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænaralærlingi til okkara livandi Hotel Hafnia.

Vit bjóða eitt spennandi læruspláss, ið bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum og nógvum øðrum góðum starvsfólki. Vit hava nógvar gestir til fundir, veitslur, morgunmat, miðmála og onnur tiltøk, so tú sleppur at royna ymiskar uppgávur. Undir útbúgvingini lærur tú eitt nú um tænastu, vertskap, mat, ymiskar drekkivørur og matmentan úr øllum heiminum.

Lærutíðin er umleið 3 ár og 4 mánaðar við skúlagongd í Danmark. Sí meira um skúlagongd og útbúgving HER

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

Ljóðar hetta spennadi, so gleða vit okkum at hoyra frá tær.

Send okkum tína umsókn via frymilin niðanfyri, áðrenn 1. novembur 2021. Okkara F&B leiðari, Peter Hentze, veit meira um læruplássið. Tú er vælkomin at ringja á tlf. 233146.

P/F Hotel Hafnia er okkara livandi 3 stjørnaða superior hotel í Tórshavn. Vit hava 79 kømur, 4 smáttir og 4 stjørnaðar funda- og veitsluhentleikar. Hugnaliga Kafé Kaspar og sjarmerandi matstovan Katrina Christiansen eru eisini partur av P/F Hotel Hafnia.

Starvsumsókn