Størv til reingerðartoymið á Hotel Hafnia

Okkum vantar starvsfólk at byrja beinanvegin.

Vit bjóða

Tín starvsstaður verður á Hotel Hafnia, har tú verður partur av einum dugnaligum reingerðartoymi. Okkara føstu starvsfólk hava verið hjá okkum í fleiri ár. 

Er tað tær vit leita eftir?

· Tú hevur helst royndir við reingerðararbeiði
· Tín jaligheit er við til at seta dám á felagsskapin
· Tú ert virkin og eftirsíggin, hóast nógv er at gera

Setanartreytir

Setanartreytir sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum. Arbeiðstíðin liggur vanliga millum 8 og 15. Arbeitt verður annaðhvørt vikuskifti. Fólk, ið bert kunnu arbeiða annaðhvørt vikuskifti, eru eisini vælkomin at søkja. 

Freist at søkja

Tú søkir starvið við skjótast gjørligt at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Umsóknarfreistin er 10. juni. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn.

Meira fæst at vita við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen, móttøkuleiðara, á teldupost sl@hafnia.fo ella við at ringja 218156.