Vit veita mat út av hotellinum til sjálvtøkumatstovur okkara í Tórshavn og hava úr at gera. Tí sóknast vit eftir starvsfólki til sjálvtøkumatstovu í miðbýnum, við starvstíð frá 10:30 – 14:00 hvønn mána- til hósdag.

Arbeiðsuppgávur

· Við einum smíli at borðreiða í matstovuni
·​ Vegleiða og tæna gestunum, um tey hava ymiskar spurningar
·​ At halda sjálvtøkumatstovuna reina og ruddiliga
·​ Við tínum hugskotum, vera við at betra um vistveitingina, saman við leiðaranum

·​ Hevur lætt til smíl og er tænastusinnað/ur
·​ Virðir og raðfestir reinføri
·​ Megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav.

Umsókn

Søk starvið via frymilin niðanfyri. Vit lesa umsóknirnar leypandi, so søk starvið skjótast gjørligt. Freistin at søkja er 1. desember 2021. 

Okkara F&B leiðari, Peter Hentze, veit meira um starvið. Tú er vælkomin at seta teg í samband við Peter á tlf. 233146 ella teldupost ph@hafnia.fo.


Um Hotel Hafnia

Hotel Hafnia er eitt altjóða hotell við 78 kømrum, 4 smáttum og 4 stjørnaðum fundar- og veitsluhentleikum. Hotel Hafnia rekur Restaurant Hafnia, Katrinu Christiansen og Kafé Kaspar, og er partur av Smyril Line samtakinum.

Starvsumsókn