Brennir tú fyri matgerð?
Souschef til Hotel Hafnia
Brennir tú fyri at gera lekran mat, og ert tú klár/ur at varðveita tað høga støðið, sum køkurin á Hotel Hafnia er kendur fyri? So hava vit starvið júst til tín!
Um Hotel Hafnia:
Hotel Hafnia er í hjartanum í Tórshavn, og gestir frá øllum heiminum koma at njóta okkara framúrskarandi tænastu og hugnaligu umstøður.
Vit bjóða:
Tú hevur, saman við køksleiðaranum á Hotel Hafnia, dagliga ábyrgd av køkinum, umframt vaktarskema, góðskutrygging og bílegging og av vøru. Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi. Starvið gevur góðar møguleikar fyri at ávirka menningina av køkinum umframt møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
Hvat kanst tú vænta tær:
• Leiðslu: Tú fer at samskipa og hava ábyrgdina av køkinum, í samstarvi við okkara dugnaliga Høvuðskokk
• Skapandi frælsi: Tú fert at menna og innføra nýggjar matskráir og rættir, sum kveikja bæði starvsfólk og gestir
• Ábyrgd: Tú fert at tryggja, at øll matgerð fer fram sambært heilsu- og trygdarkrøvum
• Menning: Tú fert at vegleiða og menna okkara starvsfólk í køkinum, so tey kunnu vaksa og blóma í sínum starvi
Vit leita eftir tær sum:
- Ert útbúgvin kokkur og dugir títt handverk
- Hevur góðar samskiftisførleikar
- Ert kreativ/ur og hevur áhuga fyri nýggjum matgerðartilgongdum
- Ert ein liðspælari við evni at arbeiða sjálvstøðugt
- Ert góð/ur til at tryggja góðsku í øllum uppgávum
- Ert kontaktskapandi og eldhugað/ur í tíni tilgongd til samstarvsfelagar úr øllum húsinum
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Ert tú klár/ur at taka næsta stig?
Freistin at søkja er 27. oktober 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda okkum umsókn v.m. umvegis fyrmilin niðanfyri.
Køksleiðarin á Hotel Hafnia, Gerrit van der Heide, veit meira um starvið. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til hansara á 23 31 47.