Móttøkulærlingur til Hotel Hafnia

Kundi tú hugsað tær at verið partur av spennandi føroysku tænastuvinnuni? So hava vit júst rætta læruplássið til tín. Vit søkja eftir einum tænastusinnaðum móttøkulærlingi til Hotel Hafnia at byrja 01. august.

Vit bjóða

Lærupláss á einum Green Key hotelli
Læru um tænastu á altjóða støði
Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar næmingar
Gott samanhald
Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
Møguleika at royna teg á Hotel Brandan og umborð á Norrønu

Vit vænta, at tú

Trívist í einum lívligum umhvørvi
Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
Sær tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
Tímir og dugir at samskifta á fremmandum tungumálum í skrift og talu
Hevur góðar telduførleikar

Ynskiligt er, at tú hevur prógv frá miðnámi, hetta er tó ikki ein treyt. 

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum. Starvsbyrjanin er 01. august 2022. 

Freist at søkja

Umsóknarfreistin er 10. juli 2022.  Tú søkir við at senda tína umsókn v.m. umvegis frymilin niðanfyri.

Meira fæst at vita um læruna við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen á tel. 218156.

 

Application form