Móttøkulærlingur til Hotel Hafnia
Hevur tú eitt ynski um at starvast í tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einum livandi og vinarligum umhvørvi. Vit søkja eftir einum móttøkulærlingi, ið brennur fyri at veita góða tænastu. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.
Vit bjóða
• Gott samanhald
• Læru um tænastu á høgum altjóða støði
• Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar lærlingar
• Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
• Møguleika at royna teg á Hotel Brandan
• Lærupláss á einum GreenKey hotelli
Vit vænta, at tú
• Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• Trívist í einum lívligum umhvørvi
• Hevur áhuga fyri ferðavinnu.
• Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
Ynskiligt er, at tú hevur miðnámsprógv.
Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsbyrjan er 14. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 30. mars 2025. Skúlagongdin er í Danmark.
Ljóðar hetta spennandi? Kom so við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri.
Hevur tú spurningar um læruna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa á sl@hafnia.fo ella á tel. 218156.
Marita, okkara ágrýtni móttøkulærlingur, vil heldur enn gjarna svara spurningum á tel. 253715.