Kokkur til Hotel Hafnia

Elskar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar? Kom so og verð ein partur av dugnaliga toyminum mitt í hjartanum av Havnini. Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfelgi til okkara toymi, at arbeiða í 5-2 vaktum.
 
Vit bjóða
Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at mennast fakliga. Tú verður væl móttikin og verður partur av einum dugnaligum toymi av kokkum og tænarum. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við høvuðskokkin.
 
Uppgávur
Tú verður við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina góða mataruppliving. Tú kemur at matgerða og borðreiða til okkara matstovur og tiltøk:
Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk vit bjóða á hotellinum
Okkara tapas matstovu, Katrinu Christiansen
 
Tín vangamynd
Tú tekur ábyrgd í tínum arbeiði og hevur  royndir sum kokkur  
Tú ert von/vanur at arbeiða breitt við fjøllbroyttum matskráum
Tí klárar at arbeiða undir trýsti og við nógvum bóltum í luftini í senn
Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
 
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost á hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Kokkur til Hotel Hafnia”
 
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Onnu Østerø á tlf. 233147 ella við at senda henni teldubræv á ao@hafnia.fo