Kokkalærlingur? Tygg upp á tað

Søkt verður eftir kokkalærlingi til Hotel Hafnia og Katrinu Christiansen. Her kokkast vit við lekrum morgunmatum, rættum út av húsinum og tapas úr føroyskum rávørum.

Tú borðreiðir, fyllir upp, kunnar gestir og heldur køkin pínliga reinan. Tú ert álítandi og fyrikomandi og elskar at royna teg fram.

Ert tú svang/ur at sleppa í gongd og gerðast partur av okkara køkstoymi? Søk so lærupláss hjá okkum. Men tygg ikki ov leingi, tí vit lesa umsóknirnar leypandi.

Lærutíðin er umleið 4 ár við skúlagongd í Danmark.

Send lívsrensl og umsókn via frymilin niðanfyri, áðrenn 1. oktobur 2021. Anna Østerø, okkara køksleiðari, veit meira. Tú ert vælkomin at ringja til hennara á tlf. 23 31 47 .

Hotel Hafnia er eitt trý stjørnað superior hotell við 78 kømrum, 4 smáttum og sera góðum fundar- og veitsluhentleikum. Restaurant Hafnia, Katrina Christiansen og Kafé Kaspar er partur av Hotel Hafnia.

Starvsumsókn