Tænari til Katrinu Christiansen – hálva tíð

Katrina Christiansen sóknast eftir tænara at arbeiða um kvøldið og vikuskiftir á sjarmerandi og søguligu matstovu okkara Katrinu Christiansen. Tú kemur at starvast hálva tíð, millum 15 til 20 tímar um vikuna.
 
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar tænarar og kokkar at læra teg upp. Harafturat verður tú ein partur av einum góðum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.
 
Uppgávur
Tín ábyrgd verður at virka fyri, at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði, umframt at:
Skapa hugnaligar karmar og fáa gestirnir at føla seg vælkomnar 
Tæna og vegleiða gestum okkara við okkara matar- og drekkiskrá
Halda matstovuna reina og ruddiliga
 
Dagarnir eru skiftandi og spennandi við nógvum ymiskum uppgávum. Eisini kanst tú vænta at verða biðin um at koma til arbeiðis við stuttum skotbrá. 
 
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnað/ur, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til gestir okkara.
 
Setanartreytir
Løn er sambært Gistingarhússáttmálanum.
 
Umsókn 
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari til Katrinu Christiansen”.
 
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Umsóknarfreistin er 14.08.2020. 
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Absalon Lydersen á tlf. 239290 ella teldupost al@hafnia.fo
 
Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.