Souschef til Katrinu Christiansen

Hevur tú hug at seta tín dám á okkara sjarmerandi og søguligu matstovu í hjartanum av Tórshavn? Katrina Christiansen sóknast eftir einum Souschef at starvast fulla tíð.  
 
Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi og verður tí við til at menna, góðskutryggja og seta títt eyðkenni á matarskránna og dagligu gongdina í køkinum. Tú hevur, saman við køksleiðaranum á Hotel Hafnia, dagliga ábyrgd av køkinum, umframt bílegging og góðskutrygging av vøru. 
 
Tín vangamynd
Tú ert áhugað/ur at reka ein køk bæði fíggjarliga og fyrisitingarliga. Tínar uppgávur verða fjølbroyttar bæði í køkinum og á skrivstovuni.
Tú hevur útbúgving sum kokkur
Tú dugir at leiða og skapa gott samstarv millum starvsfólkini
Tú elskar at gera mat, og tað er umráðandi fyri teg at tryggja góða góðsku í tínum avriki
Tú trívist í einum livandi umhvørvi
Tú ert von/vanur við at arbeiða fjøltáttað við fleiri ymiskum matarskráum
 
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 14.08.2020. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
 
Tú søkir starvið við at senda teldupost til hr@hafnia.fo. ”Souschef til Katrinu Christiansen”
 
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara á Hotel Hafnia, á telduposti ao@hafnia.fo ella á telefon 233147.
 
 
Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða