Kokkar og køkshjálp til Katrinu Christiansen

Hevur tú hug at gerast partur av okkara sjarmerandi og søguligu matstovu í hjartanum av Tórshavn? Katrina Christiansen sóknast eftir kokkum og køkshjálp at starvast fulla tíð.  
 
Katrina Christiansen er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða
 
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar starvsfelagar at læra teg upp. Harafturat verður tú ein partur av einum góðum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.
 
Tín vangamynd
Tú elskar at gera mat
Tú trívist í einum livandi umhvørvi
Tú hevur royndir at starvast í einum køki
Tú ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
 
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 16.08.2020. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
 
Tú søkir starvið við at senda teldupost til hr@hafnia.fo. ”Kokkur/køkshjálp til Katrinu Christiansen”
 
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara á Hotel Hafnia, á telduposti ao@hafnia.fo ella á telefon 233147. 
 
Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.