Á Restaurant Hafnia er tað so einfalt: Hetta er matur við sál, og hetta er erligt handverk.

Tað loyva vit okkum at siga, tá so at kalla alt er heimagjørt og tilgjørt við teimum bestu rávørunum.

Morgunmatur

Mán. til leyg. frá kl. 07:00 til 10:00
Sun. frá kl. 07:00 til 10:30

Vit leggja okkum rætt og slætt eftir at vera gistingarhúsið við landsins besta morgunmati. Hetta hevur við sær, at nærum alt er heimagjørt - við teimum bestu rávørunum sjálvandi. Vit hava eitt stórt úrval av morgunbreyði, og viðskerin er samansettur av eitt nú osti, súltutoyi, müsli, livurpostei, tilgjørdari sild, bleyttkókaðum eggum, rørreggi, beykoni, bakaðum bønum, jogurti, frískum fruktum, djúsi, kaffi og te.  

Fyri hvønn ikki gistandi gest 149,-
Børn undir 12 ár gjalda hálvan prís. 

Morgunmatur

Smyrjibreyð

Vel ímillum:

Egg og rækjur
Fiskaflak
Høsnarunga í karry
Laksabreyð
Livurpostei
Roastbeef

Fyri hvørt úr 42,-

Í minsta lagi 10 stk.

Bílegg á booking@hafnia.fo ella á 313233.
Bílegging skal vera okkum í hendi áðrenn kl. 12.00 dagin fyri.

Smyrjibreyð

Sjálvtøkuborð

Frá 5. oktobur bjóða vit aftur sjálvtøkuborð á 1. hædd mánadag til fríggjadag frá kl. 11:30 til 13:30.

Flógvir rættir, eplir/rís og sós, royktur laksur, rækjur, egg og sild, fiskaflak við remolátu, ymisk sløg av salatum, heimagjørd suppa, breyð og smør, ymisk sløg av heimagjørdari dessert. 

Við fyrivarni fyri broytingum.

Fyri hvønn 159,-
Børn 5-12 ár gjalda hálvan prís.
Børn upp til 4 ár eta ókeypis.​

Sjálvtøkuborð