Okkara hølir hóska seg til øll sløg av veitslum. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi. 

Umframt niðanfyri nevndu matskráir, kunnu okkara gourmet kokkar seta prikkin yvir i-ið og gera eina matskrá við trimum til sjey rættum. 
 
Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 30 92 90.

Veitslumatskráin

Matskráin er gjørd til í minsta lagi 15 fólk. Øll velja somu matskrá. Hon skal vera okkum í hendi minst 7 dagar frammanundan. Flutningur í Tórshavn kostar frá 200,-. Eru serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmi, letur tað seg eisini gera.

Høvuðsrættur 295,-

2 rættir 375,-

3 rættir 425,-

Børn til og við 12 ár gjalda 100,-

Hølisleiga kemur afturat prísinum.

Veitslumatskráin

Forrættir

Vel 1 rætt:

· Hummarasuppa við súrróma og urtaolju

· Osta- og pylsutallerkur við tilhoyri                                               
  (2 sløg av pylsum, 2 sløg av ostum við tilhoyri)

· Brandada á salati við súltaðum reyðleyki og ristaðum breyðbitum

· Lambsterrina við rabarbusúltutoyi, salati og sinnopsdressingi

Forrættir

Høvuðsrættir

Vel 1 rætt:

· Lambsskankur

· Búffar av neytasneið

· Svínalundir

· Laksur

· Toskur


TILHOYR

Vel ímillum ymisk eplir: 
Hasselbakaði eplir, smástokt eplir vend í smøri og urtum, smástokt eplir við timian, rómabakaði eplir, rótamorl

Vel ímillum ymiskar sósir:
Piparsós, lambssós, soppasós, reyðvínssós, fiskasós

Vel ímillum ymiskt grønmeti: 
Blandað grøn salat, stokt grønmeti, rótfruktir, smørdampað grønmeti

Høvuðsrættir

Omaná

Vel 1 rætt:

· Rabarbutrifli

· Brownie við ísi og skógarberum

· Creme brulé 

· Pannacotta við bláberjakompotti og knasi 

 

Omaná