Ólavsøkubuffet á Panorama

Vit hava eina serliga ólavsøkubuffet 28. og 29. juli á Panorama. Vit bjóða gott úrval av kjøti, eplum, sós og salatum, umframt suppu og føroyskan mat.
Eisini hava vit okkurt gott omaná saman við kaffi og te.
Serligt úrval verður eisini til børnini. 

Ólavsøku buffetin er á Panorama, sum er á 6. hædd á Hotel Hafnia, har tit hava einastandandi útsýni yvir Havnina.

Prísur: 
Vaksin kr. 395
Børn úr 5- 15 ár kr. 195.
Børn undir 5 ár eta ókeypis. 

Støkk inn á gólvið 28. ella 29. juli - tær nýtist ikki at bíleggja borð. Er ein lítil bíðitíð, kanst tú stytta tær stundir í Parnassinum á 5. hædd.

28. juli frá kl.17:00 - 22:00
29. juli frá kl.12:00 - 22:00

 

Vælkomin á Hotel Hafnia