Njót friðin og lat okkara dugnaligu kokkar borðreiða til stóra dagin. 
Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð.

Dugnaligu kokkarnar hjá Hotel Hafnia hava sett eina fjølbroytta matarskrá upp, sum tit kunnu seta saman eftir egnum ynski.

Matarskráin er gjørd til í minsta lagi 15 fólk. Øll velja somu matskrá.
Um tit hava serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmingar, letur tað seg eisini gera.

GG: Hendan matskráin / prístilboðið er galdandi sunnudagar til fermingar- og dópsdagar. 


Forrættur

Vel 1 rætt:

· Klársuppa við kjøt- og mjølbollum

· Tomatsuppa við súrróma og suppuhornum

· Aspargussuppa við kjøtbollum

· Brandada á salati við súltaðum reyðleyki og breyðbitum


Høvuðsrættur

Vel 1 rætt:

· Lambstjógv

· Neytasneið

· Svínalundir

· Laksur

· Toskur


Tilhoyr til høvuðsrættin

Vel ímillum ymisk eplir: 
Hasselbakaði eplir, smástokt eplir vend í smøri og urtum, smástokt eplir við timian, rómabakaði eplir, rótamorl

Vel ímillum ymiskar sósir:
Piparsós, lambssós, soppasós, reyðvínssós, fiskasós

Vel ímillum ymiskt grønmeti: 
Blandað grøn salat, stokt grønmeti, rótfruktir, smørdampað grønmeti


Omaná

Vel 1 rætt:

· Rabarbutrifli

· Brownie við ísi og skógarberum

· Creme brulé

· Pannacotta við bláberjakompotti og knasi

· Frísk frukt vid rákremi og sjokulátabitum


Prísur fyri hvønn

2 rættir: kr. 295
3 rættir íroknað kaffi/te: kr. 345 
Børn upp til 12 ár: kr. 100


Hølisleiga

Eisini hevur tú møguleika at leiga høli úr kr. 3.000.

Á Hotel Hafnia verður støðan við coronasmittuni tikin í størsta álvara, og trygdin hjá okkara gestum og starvsfólki hevur hægstu raðfesting.

Bílegg á booking@hafnia.fo ella ring til okkum á tlf. 30 92 90.

Vælkomin á Hafnia