Matur og drykkjuvørur eru hornasteinar í upplivingini hjá okkum. Við góðum vertskapi, vilja vit veita mat - og drykkjuvørur av hægstu góðsku. Dagliga verða størstu atlit tikin at keypa lokalar og umhvørvisvinaligar rávørur, og at minka um burturkasti.

Øll eru vælkomin á gátt til morgunmat, leskiligar kaférættir, eina tapas máltíð ella ein væl gjørdan kokkteyl um kvøldið.

Hafnia matstovan

Á Restaurant Hafnia er tað so einfalt: Hetta er matur við sál, og hetta er erligt handverk. Tað loyva vit okkum at siga, tá so at kalla alt er heimagjørt og tilgjørt við teimum bestu rávørunum.

Les meira
Hafnia matstovan

Katrina Christinansen

Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi. Vit viðmæla, at tú bíleggur borð í góðari tíð, soleiðis at tú tryggjar tær pláss. Vælkomin til Katrinu Christiansen.

Les meira
Katrina Christinansen

Kafe Kaspar

Her fært tú lættar rættir, eitt nú club sandwich, salat, køkuúrval og ikki at gloyma okkara tiltiknu Kasparbeyglu.

Les meira
Kafe Kaspar

Ervi

Til ervi er gomul siðvenja, at fólk bjóða seg fram at baka køkur fyri avvarðandi

Les meira
Ervi

Matpakkar

Hotel Hafnia smyr matpakkar til útferð tykkara. Bíleggingin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24 tímar áðrenn. 

Les meira
Matpakkar