Morgunmatur við bestu góðsku
Morgunmatur er altíð íroknaður prísin, tá ið tú gistir á Hotel Hafnia.
Á Hotel Hafnia leggja vit nógva orku í at bjóða morgunmat við bestu góðsku. Vit nýta umhvørvisvinarligar og lokalar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar er heimabakað úr okkara egna køki, og leggja vit okkum eftir at minka um matoyðsl.
Gestir, ið ikki gista á Hotel Hafnia, hava eisini møguleika at keypa sær morgunmat. Prísurin er 149 kr. Vinarliga bílegg áðrenn á tlf. 313233.
Morgunmatur er hvønn morgun frá kl. 07:00 til 10:00, tó leygardag og sunnudag frá kl. 07:00 til 10:30.
Eisini ber til at bíleggja morgunmatin inn á kamarið fyri eyka kostnað.