Glæsiliga íbúðin Áarbúðin
Nýumvæld íbúð í hjartanum av Tórshavn. Hóskar seg væl til bæði familjur og vinfólk. Áarbúðin hevur íalt 6 sovipláss, tvær stovur og tvey baðirúm/wc. Eisini hevur hon 4 altanir, ið gevur fantastiskar møguleikar at sita úti og njóta útsýnið yvir á eitt nú Amtmansborgina.