Okkara hølir hóska seg til øll sløg av veitslum. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi. 

Umframt niðanfyri nevndu matskráir, kunnu okkara gourmet kokkar seta prikkin yvir i-ið og gera eina matskrá við trimum til sjey rættum. 
 
Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 30 92 90.

Ferming ella dópur?

Dámar tær best at njóta hugnan og friðin saman við tínum nærmastu? So hava vit røttu loysnina til tykkum. Møguligt er at bíleggja matin heim við ella at halda veitsluna hjá okkum.

Sí matskránna og prísir
Ferming ella dópur?

Veitslu matskráin

Matskráin er gjørd til í minsta lagi 15 fólk. Øll velja somu matskrá. Hon skal vera okkum í hendi minst 7 dagar frammanundan. Flutningur í Tórshavn kostar frá 175,-. Eru serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmi, letur tað seg eisini gera.

Høvuðsrættur 295,-

2 rættir 375,-

3 rættir 425,-

Børn til og við 12 ár gjalda 100,-

Hølisleiga kemur afturat prísinum.

Veitslu matskráin

Forrættir

• Fiska-skeljadjórasúpan 

• Royktan laks við urtum og salati 

• Lambspaté Carpaccio

Forrættir

Høvuðsrættir

• Langtíðarstoktur lambsskankur við gularótum, sellarí og reyðvínssós

• Neytasneið við ertnapuré, bakaðum reyðleyki og piparsós

• Toskur við spískkáli, fenniku og hvítvínssós

Høvuðsrættir

Omaná

• Ostakøka 

• Tiramisu

• Creme Brulee 

Omaná