Á Hafnia hava vit høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa starvsfólkasamrøðum, fundum, skeiðsvirksemi, starvsfólkadøgum, størri ráðstevnum og øðrum.

Hava tit tørv á einum minni høli til annaðhvørt ein stuttan fund ella eina starvsfólkasamrøðu? So hava vit trý smærri fundarhøli, ið hóska væl til endamálið: Loftið, Áarvegurin og Stovan. Hava tit tørv á einum størri høli til fundarvirksemi, ráðstevnu ella onnur størri tiltøk? So hava vit tvey stór høli, ið hóska væl til endamálið: Panorama & Parnassið. Øll fundarhølini eru vælútgjørd við allari nýmótans tøkniligari útgerð.

 

Panorama

Einastandandi útsýni yvir allan býin. Hølið er sera væl egna til bæði fundir og veitslur.

Panorama

Parnass

Søguligt høli frá 1951, ið varð høvuðsumvælt í 2019.

Parnass

Stovan

Hølið hóskar seg væl til minni fundir og starvsfólkasamrøður.

Stovan

Loftið

Eitt serkent Hafnia høli, ið kann nýtast til bæði fundarvirksemi og ein betri bita.

Loftið

Áarvegur

Áarvegur