Vit hava fleiri hølir, ið hóska sera væl til endamálið, og vit tryggja okkum, at øll tilmæli um fjarstøðu o.a. verða hildin.

Tit kunnu velja ímillum: 

Snarfund
Fyrrapartsfund 
Seinnapartsfund
Fund allan dagin

Tað ber sjálvandi eisini til at bíleggja morgunmat, miðmála og nátturða. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa við at finna røttu loysnina.

Ring til okkum á tel. 30 92 90 ella skriva til booking@hafnia.fo.

Fundur hálvan dag

Fyrrapart
Til morgunmat borðreiða vit við frískum fruktum og rundstykkjum við osti og súltutoyi, kaffi og te. Á middegi kann veljast millum beyglumatskrá ella salat íroknað vatn ella sodavatn. 
 
Seinnapart
Á middegi kann veljast millum beyglumatskrá ella salat íroknað vatn ella sodavatn. Síðani borðreiða vit við frískum fruktum og dagsins køku, kaffi og te.
 
Fyri hvønn 380,-

Minst 10 fólk.
Vit finna hóskandi høli. 

Fundur hálvan dag

Fund allan dagin

Til morgunmat borðreiða vit við rundstykkjum, skinku, osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Til steðgin fyrrapart borðreiða vit fríska frukt og kaffi/te. Á miðdegi kann veljast millum beyglumatskrá ella salat, íroknað vatn og sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, kaffi og te.

Fyri hvønn 440,-

Minst 10 fólk.
Vit finna hóskandi høli. 

Fund allan dagin

Snarfundir, stutt og ómakaleyst

Hevur tú tørv á einum minni høli til ein stuttan, smærri fund mitt í Havn? 

Vit hava trý smærri fundarhølið, ið hóska væl til endamálið. Hølini eru: Loftið, Áarvegurin og Stovan. 

Tú fært fundarhøli við atgongd til internet, teldu og uppvørpu, og vit bjóða kaffi, te og ísvatn. 

Fyri hvønn 200,-

Tú rindar í minsta lagið fyri 4 persónar. 
Tú kanst leiga hølið fyrrapart frá kl. 8-12 ella seinnapart frá kl. 13-17.

Snarfundir, stutt og ómakaleyst