Vit hava gjørt pakkaloysnir til tykkum, ið vilja skipa fyri fundi ella ráðstevnu. Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis.

Tit kunnu velja ímillum hálvan dag, heilan dag og snarfund. Flestu pakkar hava matin íroknaðan, og vit finna eitt hóskandi høli, ið hóskar júst til tykkara tørv. Tað ber sjálvandi væl til at broyta eitthvørt ynski viðvíkjandi mati og drekka, og eru vit altíð til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna.

Um tit hava fyrispurningar, vinaliga vendið tykkum til booking@hafnia.fo ella ring á 31 32 33.

Fyrrapart

Úr 380,- fyri hvønn
Frá kl. 08:00 til 12:00  
 
Vit borðreiða við morgunmati ella wienarbreyði, frískum fruktum og dagsins rætti ella døgurðabuffet. Ísvatn, kaffi og te afturvið. 
 
Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.

Fyrrapart

Seinnapart

Úr 380,- fyri hvønn 
Frá kl. 12:00 til 17:00 

Vit borðreiða við einum góðum døgurða: Buffet ella dagsins rætti, frískum fruktum og dagsins køku. Ísvatn, kaffi og te afturvið. 
 
Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.

Seinnapart

Heilan dag

Úr 440,- fyri hvønn 
Frá kl. 08:00 til 17:00 

Til morgunmat borðreiða vit við rundstykkjum, skinku, osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Til steðgin fyrrapart borðreiða vit fríska frukt og kaffi/te. Á middegi er døgurðabuffet ella dagsins rættur. Seinnapartin fáa tit dagsins køku og kaffi/te. 

Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli. 

Heilan dag

Kvøld

Úr 380,- fyri hvønn
Frá kl. 18:00 til 22:00 

Til nátturða fáa tit smyrjibreyð og frískar fruktir. 
Kaffi, te og dagsins køku omaná.

Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.

Kvøld

Dag & nátt

úr 1.750,- fyri hvønn
Døgnfundur 

Til morgunmat borðreiða vit við frískum fruktum og rundstykkjum við osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum døgurðabuffet ella dagsins rætt. Seinnapartin fáa tit dagsins køku og kaffi/te. Á kvøldi fáa tit góðan nátturða íroknað vín, øl ella sodavatn. 

Minst 15 fólk.  
Vit finna hóskandi høli. 

Dag & nátt

Snarfundir, stutt & ómakaleyst

Úr 200,- fyri hvønn

Hevur tú tørv á einum minni høli til ein stuttan, smærri fund mitt í Havn? So er Hotel Hafnia rætta staðið. Vit hava trý smærri fundarhøli, ið hóska væl til endamálið. Hølini eru: Loftið, Áarvegurin og Stovan. Tú fært fundarhøli við atgongd til internet, teldu og uppvørpu, og vit bjóða kaffi/te og ísvatn. 

Tú rindar í minsta lagið fyri 4 persónar.  
Tú kanst leiga hølið fyrrapart frá kl. 08:00 til 12:00 ella seinnapart frá kl. 13:00 til 17:00.

Snarfundir, stutt & ómakaleyst