Móttøka
Móttøkur eru okkara vørumerki.

Vit leggja stóran dent á at borðreiða matin, so at hann sær leskiligur og innbjóðandi út. Vit gera hølið klárt, gera matin, tæna gestunum og rudda av. Tit kunnu eisini bíleggja matin frá okkum og tæna gestunum sjálvi. Vit leggja móttøkuna til rættis - júst eftir tínum ynski.