Morgunmatur

Mánadag - leygardag: kl. 07:00 - 10:00

Sunnudag: kl. 07:30 - 10:30

Vit leggja okkum rætt og slætt eftir at vera gistingarhúsið við landsins besta morgunmati. Hetta hevur við sær, at nærum alt er heimagjørt - við teimum bestu rávørunum sjálvandi. 

Vit hava eitt stórt úrval av morgunbreyði, og viðskerin er samansettur av eitt nú osti, súltutoyi, müsli, livurpostei, tilgjørdari sild, bleyttkókaðum eggum, rørreggi, beykoni, bakaðum bønum, jogurti, frískum fruktum, djúsi, kaffi og te.  

Kostnaður fyri gestir, sum ikki gista, er 115 kr. fyri hvønn.