Vælkomin

Sjarma og søga, fyrsta floks matur, óformelt og nærverandi. Vælkomin til Katrinu Christiansen. 

Opið frá kl. 18 hvønn dag. Stongt sunnudag.

 

Bílegg borð
Bílegg borð
Okkara stovur
Viggostova
Upp í 28 sitipláss
Tornið
Upp í 8 sitipláss
Kjallarin
Upp í 12 sitipláss
Williamsstova
32 sitipláss
Privaten
Upp í 4 sitipláss
Kontórið
Upp í 4 sitipláss
Skal tað vera privat?
– Leiga eitt av okkara
hugnaligu og søguligu rúmum

Á la carte:
Mánadag til hósdag 18–22
Fríggja- og leygardag 18–23

Snacks og smárættir:
Mánadag til leygardag 18–00

Sunnudag er stongt

Send fyrispurning

Um okkum

Har Katrina Christiansen stendur í dag, hevur verið virksemi síðani fyrst í 1700-talinum. Húsini hava havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen.

Umframt vinnuligt virksemi frá bartskerum til handil kann nevnast, at William Heinesen er føddur har, og búði síni fyrstu barnaár "hjá Heinesen", sum húsini vórðu rópt tá.
 
Hóast neyðugar ábøtur eru gjørdar, so er alt, sum kundi varðveitast í húsunum, varðveitt. Harafturat er nógv forkunnugt, sum var farið úr húsunum, afturfunnið og sett uppaftur.

Maturin í nýggju matstovuni er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.