Vit Bjóða

Á Hotel Hafnia eru vit altíð til reiðar at hjálpa gestum, og móttøkan er opin alt døgnið. Okkara úttbúnu kokkar borðreiða við fjølbroyttum og góðum mati. Vit skipa fyri veitslum og døgurðum í okkara hugnaligu veitsluhølum. Kafe Kaspar bjóðar gott kaffi, drekkivørur og lættar rættir í einum nýmótans umhvørvi. Til ber at bíleggja mat útvið bæði úr Restaurant Hafnia og Kafe Kaspar. 
 

Starvsfólk

Á Hotel Hafnia hava vit útbúgvið starvsfólk á øllum deildum. Samstundis útbúgva vit eisini fólk til tænarar, kokkar og móttøkufólk. Hetta gera vit fyri at menna tað fakliga støðið.
 

Umbygging

Nógvar ábøtur eru gjørdar, og fleiri eru ávegis. Tá umbyggingin er liðug, standa sera hugnaligir og nútíðarhóskandi karmar klárir at taka ímóti gestum okkara.
 

Framskygni

Vit hava eittans mál á Hotel Hafnia: At hvønn einasta dag vera besti veitari av teimum tænastum, vit bjóða.